Familja
Familja hjá útlendingi, ið hevur arbeiðsloyvi í Føroyum, kann eisini søkja um uppihaldsloyvi Í Føroyum. Talan er tá um hjúnafelaga, sambúgva og/ella børn teirra. Søkt skal verða við sjálvstøðugum umsóknarskjali (umsóknarskjal FO2, english version FO2).
Hesi skjøl skulu leggjast við umsóknini:
1) Avrit av vígslubrævi hjá hjúnafelagi og avrit av dóps- ella navnabrævi hjá børnum.
2) Í sambandi við umsókn frá samlivandi skal dokumentatión fyri samlívinum á felags bústaði í føstum samlívi yvir eitt longri tíðarskeið leggjast við umsóknini, t.d. leigusáttmáli, brøv móttikin á sama bústaði, váttan frá útleigarum og arbeiðsgevarum v.m.
3) Avrit av passinum hjá umsøkjaranum.
Framleingjan
Familjulimir kunnu søkja um at fáa uppihaldsloyvið framlongt (umsóknarskjal FO2, english version FO2).