Høvuðskrøv til umsøkjaran

1) Umsøkjarin skal, tá ið søkt verður, vera í minsta lagi 17 ár, men ikki 30 ár.
2) Umsøkjarin má ikki vera giftur.
3) Umsøkjarin má ikki hava børn við sær sum eru undir 18 ár.
4) Umsøkjarin skal hava eina skúlagongd sum svarar til í minsta lagi 9. flokk.
5) Umsøkjarin skal kunna tosa og skilja rímiliga væl føroyskt, danskt, svenskt, norskt, enskt ella týskt.
6) Tað er vanliga eitt krav, at umsøkjarin ikki áður hevur havt tvey ella fleiri au pair uppihald í øðrum vesturevropeiskum londum.
7) Tað er vanliga eitt krav, at umsøkjarin ikki áður hevur havt uppihaldsloyvi í Føroyum.

Harumframt verða eisini krøv sett til vertsfamiljuna, sí nærri upplýsingar um au pair inni á heimasíðuni hjá Udlændingestyrelsen.