ES-skipanin galdandi fyri øll frá 12. des. 2014

Serliga skipanin fyri ES-borgarar, ið higartil bert hevur havt gildi fyri handverkarar til byggi- og annleggsvinnuna, er nú sett í gildi fyri allar ES-borgarar, herundir eisini ófaklærd.

MANNAGONGD við undangóðkenning: Kravið er framvegis, at arbeiðsgevarin – fyri at kunna nýta hesa skipan – fyrst fær undangóðkenning frá Styrelsen for International Rekruttering og Integration (FO/AR7). Síðan kann arbeiðsgevarin seta fólk í starv frá degi til annan, treytað av, at fráboðan um hvønn arbeiðstakara sær verður latin løgregluni í seinasta lagi tann dagin, útlendingurin byrjar í starvinum (FO/AR8).

MANNAGONGD uttan undangóðkenning: Í teimum førum, har arbeiðsgevarin ikki skal seta fleiri fólk, og tí ikki hevur tørv á undangóðkenning, ber til hjá útlendinginum sjálvum at søkja (FO/AR9). Tá er ikki loyvt at byrja í starvinum, fyrr enn loyvið er fingið.