Treytir til góðkenning av arbeiðsgevara (Fast Track)
Arbeiðsgevari skal brúka umsóknarblað FO/FT.
Fyri at fáa góðkenning, skal arbeiðsgevari vera:
- skrásettur í Føroyum
- fevndur av einum galdandi kollektivum sáttmála um lønar og setanartreytir (t.d. vera limur í einum arbeiðsgevarafelag)
- skrásettur hjá TAKS sum ávísingarskyldugur eftir føroysku skáttalóggávuni
Eisini skal arbeiðsgevarin brúka setanarprógv, ið lúka treytir í lóg um setanarprógv, brúka lønarseðlar, útgjalda løn umvegis føroyskum skattaskipanina á føroyska lønarkonto, og arbeiðsgevarin skal kunna síni starvsfólk um rættindi teirra sambært galdandi sáttmálum.
Harafturat kann ein arbeiðsgevari ikki verða góðkendur, um arbeiðsgevarin er revsaður fyri brot á útlendingalógina, um hann er fevndur av eini lógligari arbeiðsósemju, ella um hann hevur útistandandi mál av týdningi við Arbeiðs- og brunaeftirlitið og við Sjóvinnustýrinum, um arbeiðsstaðið er á sjónum
Grundleggjandi treytirnar fyri arbeiðs- og uppihaldsloyvi eru hesar:
- Talan skal vera um fulltíðarstarv (vanliga 40 tímar),
- at lønar- og setanartreytir eru vanligar eftir føroyskum viðurskiftum og í minsta lagi at meta sum ájavnar við galdandi sáttmálar á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og
- setanarprógvið skal lúka treytirnar í løgtingslóg um setanarprógv
Í sambandi við møgulig eftirlit skal ein arbeiðsgevari kunna vísa á, at treytir verða fylgdar.