Treytir

Ein fortreyt fyri at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi sambært ítróttaavtaluni er, at eitt føroyskt ítróttafelag rindar løn til ítróttafólkið uppá í minsta lagi kr. 13.068,18 um mánaðin (altíð umframt frítíðarløn/frítíðarískoyti).
Ein skrivlig setanaravtala millum ítróttarfelagið og ítróttarfólkið krevst, tá ið søkt verður, sí Løgtingslóg nr. 20 frá 08.05.2008.

Í loyvistíðini hevur ítróttafólkið eisini loyvi at taka upp annað hjávinnuarbeiði í Føroyum, tó fyri í mesta lagi kr. 12.062,94 um mánaðin. Til hjávinnuarbeiðið er einki krav um arbeiðsgevaraváttan.

Upphæddirnar verða dagførdar einaferð árliga.

Arbeiðs- og uppihaldsloyvi sambært ítróttaavtaluni verða givin fyri í mesta lagi 1 ár í senn.