Lesandi

Norðurlendingar (ríkisborgarar í Danmark, Íslandi, Noregi, Svøríki og Finnlandi), sum ætla sær til Føroya í útbúgvingarørindum nýtast einki uppihaldsloyvi, og kunnu frítt ferðast til og uppihalda sær í Føroyum.

Útlendingar úr øðrum londum skulu søkja um uppihaldsloyvi í Føroyum sum lesandi.

Sí nærri upplýsingar um uppihaldsloyvi til lesandi á heimasíðuni hjá donsku útlendingamyndugleikunum.