Umsókn

Umsókn um uppihaldsloyvi sum lesandi, umsóknarskjal ST1 (english version ST1), skal sendast til Styrelsen for International Rekruttering og Integration (stytt SIRI).

Innlating av umsókn

Søkjast skal úr heimlandinum gjøgnum danska/norðurlendska ambassadu, ella við at senda umsóknina til Styrelsen for International Rekruttering og Integration (stytt SIRI), sum avgreiðir hesar umsóknir. Adressa teirra er:

Styrelsen for International Rekruttering og Integration
Landbrug og Erhverv

Carl Jacobsens Vej 39
DK-2500 Valby

Tel.: +45 72142003
Skriva til SIRI:
Vel teigin viðvíkjandi Føroyum á https://www.nyidanmark.dk/da/Kontakt-os/Kontakt-SIRI/Kontaktformular.