
Integratiónssamskipari
Vilt tú arbeiða í einum óformellum og dynamiskum arbeiðsumhvørvi við góðum og hjálpsomum starvsfeløgum og fjølbroyttum og fakliga avbjóðandi arbeiðsuppgávum? So er tað kanska júst tíni umsókn, vit bíða eftir.
Útlendingastovan leitar eftir einum eldhugaðum integratiónssamskipara til integratiónsdeildina, sum skal vera við til at menna integratiónsøkið í Føroyum sambært nýggju integratiónslógini. Hetta er eitt spennandi starv, har tú fært møguleika at gera mun og skapa góðar karmar fyri tilflytarar í Føroyum.
Vit bjóða tær
Sum starvsfólk á Útlendingastovuni verður tú partur av dugnaliga starvsfólkahópinum á Útlendingastovuni, ið telur 15 fólk í løtuni. Harafturat verður tú partur av starvsfólkahópinum hjá Vinnustovninum, ið telur umleið 45 fólk. Vit eru eitt óformelt, dynamiskt og sosialt arbeiðspláss, har vit gera nógv saman. Vit koma hvørjum øðrum við og leggja stóran dent á at lyfta í felag. Til tíðir er arbeiðstrýstið størri, og tá taka vit øll eitt eyka tak, men afturfyri ber til at arbeiða minni aðrar tíðir.
Vit eru eisini eitt lagaligt arbeiðspláss, har tú – við ábyrgd og atliti til tínar starvsfelagar – kanst skipa tín egna arbeiðsdag.
Vit leggja stóran dent á samstarv, vitanarskifti og at menna okkum fakliga ígjøgnum alt arbeiðslívið, og tí eru eisini góðir møguleikar fyri førleikamenning og luttøku á viðkomandi skeiðum.
Um teg
Tú dugir at samskifta opið og tvørmentanarligt og hevur royndir við at arbeiða við tilflytarum og samskifta við tilflytarar í undirvísingar-, skeiðs- ella vegleiðingarhøpi. Tú tolir broytingar í starvinum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við at undirvísa, fasilitera og halda framløgur. Tað er eisini ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting og at samstarva við aðrar myndugleikar.
Tú dugir væl at orða teg í skrift og talu á føroyskum og enskum og hevur útbúgving á kandidat- ella masterstigi, sum er viðkomandi fyri integratiónsøkið.
Løn og setanartreytir
Talan er um eitt fulltíðarstarv frá 1. mars 2026 ella eftir nærri avtalu og er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Væntast kann nakað av arbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Hevur hetta tín áhuga?
Send okkum eina umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum til: solvad@utlendingastovan.fo
Umsóknin skal vera merkt “integratiónssamskipari”.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, kanst tú venda tær til Sólvá Dam, deildarleiðara, á tel. 356048 ella solvad@utlendingastovan.fo
