19.11.2026

Útlendingastovan við á norðurlendskari integratiónsráðstevnu

Tann 16.–17. november varð norðurlendsk integratiónsráðstevna hildin í Keypmannahavn, har Føroyar saman við Danmark vóru vertir.

Ráðstevnan snúði seg um virknan borgaraskap, sosiala integratión og negativt sosialt eftirlit. Dentur varð lagdur á, hvussu integratión eisini snýr seg um luttøku í samfelagnum, javnstøðu, fólkaræði og møguleikarnar hjá tilflytarum at gerast partur av felagsskapinum.

Serfrøðingar, granskarar og fakfólk úr Norðurlondum luttóku. Úr Føroyum vóru umboð fyri Vinnumálaráðið, Útlendingastovuna, Gigni, kommunalir integratiónssamskiparar og Runa Preeti Ísfeld frá Fróðskaparsetri Føroya.

Útlendingastovan hevði framløgu um nýggju føroysku integratiónslógina og arbeiðið við at seta hana í verk.

Ráðstevnan gav nýggja vitan, íblástur og høvi at skifta orð um royndir og avbjóðingar í Norðurlondum. Tað, sum vit hoyrdu og lærdu, styrkti okkum í fatanini av, at vit við nýggju integratiónslógini og teimum átøkum, sum verða sett í verk í næstum, eru á góðari leið við at menna integratiónsarbeiðið í Føroyum.

Les meira um ráðstevnuna