Børn undir 18 ár

Aðrar treytir fyri familjusameining hjá børnum undir 18 ár

Familjuviðurskiftini skulu skjalprógvast, og skjalprógv skal eisini vera fyri at tann fastbúgvandi persónurin í Føroyum, sum søkt verður um familjusameining við, hevur foreldramyndugleikan yvir barninum ella hevur partvísan foreldramyndugleika.

Tað er ein treyt, at barnið ikki hevur stovnað sjálvstøðuga familju í heimlandinum í hjúnalagi ella samlívi.      

Krav um uppihald (forsørgelse):
Um tann sum søkt verður um familjusameining við, ikki er danskur ella norðurlendskur ríkisborgari og ikki hevur uppihaldsloyvi sambært § 7 í útlendingalógini, kann í serligum førum verða sett fram krav um at tann fastbúgvandi skal uppihalda umsøkjaranum.

Krøv til íbúðarviðurskifti:
Um týðandi viðurskifti tala fyri hesum so kann krav verða sett um, at tann fastbúgvandi persónurin í Føroyum prógvar, at hann ræður yvir egnum bústaði, sum hevur eina hóskandi stødd.