Uppihaldsloyvi

Uppihaldsloyvi í familjusameiningarmálum

Tíðaravmarkað uppihaldsloyvi:
Uppihaldsloyvi, sambært reglunum um familjusameining, verður givið við atliti at varandi uppihaldi, men verður tíðaravmarkað tey fyrstu árini. Uppihaldsloyvið verður vanliga givið fyri 1 ár í senn.

Tíðaróavmarkað uppihaldsloyvi:
Eftir umsókn kann tíðaróavmarkað (varandi) uppihaldsloyvi verða játtað til útlending, sum hevur uppihaldsloyvi, sambært reglunum um familjusameining, og sum lógliga hevur búð í Føroyum í meira enn tey síðstu 3 árini.

Grundarlagið fyri uppihaldsloyvinum skal framhaldandi vera tilstaðar, viðkomandi skal hava havt uppihaldsloyvi á sama grundarlagi í 3 ár, og tær treytir, ið eru í fyrsta uppihaldsloyvinum, skulu eisini framhaldandi vera tilstaðar. Harumframt skal viðkomandi ikki, innanfyri eina nærri ásetta freist, hava fingið fongsulsdóm (frihedsstraf) ella hava skuld til ta almenna yvir kr. 90.000,54 (pr. 2024), sum er fallin til gjaldingar.