Afturferðarloyvi / Visum

Afturferðarloyvi / Visum

Afturferðarloyvi:
Ein útlendingur, ið uppiheldur sær í Føroyum, og sum hevur umsókn um familjusameining til viðgerðar (processuelt uppihald), og sum ynskir at fara uttanlands, skal hava eitt serligt loyvi fyri at kunna ferðast aftur til Føroyar.

Umsókn um afturferðarloyvi (ansøgning om tilbagerejsetilladelse) verður sent til Udlændingestyrelsen.

Afturferðarloyvi kann í mesta lagi verða játtað í 90 dagar.

Visum:
Ein útlendingur (sum hevur visumskyldu), við einum uppihaldsloyvi í Føroyum sbrt. reglunum um familjusameining, og sum ynskir at fara uttanlands gjøgnum eitt Schengen land, herundir Danmark, skal lata umsókn inn um Schengenvisum. Sí nærri upplýsingar um visumskyldug lond og um visum á heimasíðuni hjá Udlændingestyrelsen.

Udlændingestyrelsen viðger umsóknina, og í umsóknini skal verða upplýst hvørji lond viðkomandi skal ferðast til.

Ein útlendingur við uppihaldsloyvi í Danmark sbrt. reglunum um familjusameining, og sum ynskir at ferðast til Føroya í eitt styttri tíðarskeið, skal somuleiðis søkja um visum hjá Udlændingestyrelsen.

Umsóknir um afturferðarloyvi / visum til samfylgjandi hjúnafelaga v.fl. hjá arbeiðstakarum í Føroyum, verða viðgjørdar av Udlændingestyrelsen.