Arbeiðs- og uppihaldsloyvi

Umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum verða viðgjørdar sambært galdandi útlendingalóggávu fyri Føroyar.

Serligar avtalur eru eisini gjørdar millum landsstýrismannin og donsku útlendingamyndugleikarna viðvíkjandi viðgerð av umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá ítróttarfólkum og læknum, umframt avtalu um Fast Track-skipan fyri útlendskari arbeiðsmegi.