Familja
Familja hjá útlendingi, ið hevur arbeiðsloyvi í Føroyum, kann eisini søkja um uppihaldsloyvi Í Føroyum. Talan er tá um hjúnafelaga, sambúgva og/ella børn teirra. Krav verður sett um, at útlendski arbeiðstakarin megnar at uppihalda sær og familjuni (uppihaldsloyvir eftir ítróttaavtaluni eru undantikin fyri kravinum). Søkt skal verða við sjálvstøðugum umsóknarskjali, SF1.
Hesi skjøl skulu leggjast við umsóknini:
1) Avrit av vígslubrævi hjá hjúnafelagi og avrit av dóps- ella navnabrævi hjá børnum.
2) Skjalprógv fyri at útlendingurin, ið hevur arbeiðsloyvi, megnar at uppihalda sær og familjuni – so sum avrit av setanarbrævi og, um viðkomandi longu er í starvi í Føroyum, skulu lønarseðlar fyri tríggjar teir síðstu mánaðirnar leggjast við umsóknini. (Nýtt inntøku-krav er galdandi, um søkt verður fyrstu ferð um uppihaldsloyvi sum samfylgjandi familja 2. september 2023 og hareftir).
3) Í sambandi við umsókn frá samlivandi skal dokumentatión fyri samlívinum á felags bústaði í føstum samlívi yvir eitt longri tíðarskeið leggjast við umsóknini, t.d. leigusáttmáli, brøv móttikin á sama bústaði, váttan frá útleigarum og arbeiðsgevarum v.m.
4) Avrit av passinum hjá umsøkjaranum.
Framleingjan
Familjulimir kunnu søkja um at fáa uppihaldsloyvið framlongt, SF1.
