Framleingjan

Umsókn um arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá umsøkjarum sum søkja um framleingjan

Umsøkjarar sum ynskja at søkja um framleingjan av sínum arbeiðs- og uppihaldsloyvi (umsóknarskjal FO1, english version FO1) kunnu lata sína umsókn inn á løgreglustøðunum í Føroyum. 

Fortreytir fyri at fáa framleingjan:

  1. At umsóknin er innlatin til myndugleikan, áðrenn fyrra loyvið gekk út,

  2. at lønarupphæddin í setanaravtaluni er yvirhildin av arbeiðsgevara og verður goldin so hvørt, í minsta lagi mánaða fyri mánaða,

  3. at arbeiðstakarin heldur sín part av avtaluni, t.v.s. er til arbeiðis alt loyvisskiftið, tó undantikið vanliga feriu sbrt. føroysku frítíðarlógini.


Hesar upplýsingar skulu leggjast við umsóknini:

1) avrit av passi hjá umsøkjara,
2) avrit av autorisatión (um starvið krevur autorisatión).
3) dagført avrit av setanaravtalu 
4) váttanir frá ALS sbrt. síðstu síðu í oyðublaðnum eru ákravdar um umsøkjarin hevur verið í sama arbeiði í minni enn tvey ár


Tíðaróavmarkað loyvi (varandi)

Arbeiðs- og uppihaldsloyvir eru fyribilsloyvi, ið oftast eru galdandi í eitt ár ella minni. Aftaná at hava havt arbeiðs- og uppihaldsloyvi í samfull 7 ár á sama grundarlagi, kann útlendingurin søkja um varandi loyvi við tí fyri eyga at búseta seg fast í Føroyum.

Umsóknarblaðið FO1 (english version FO1) skal nýtast. Umsøkjarin skal viðmerkja, at hesaferð verður søkt um varandi loyvi.

Tá ið søkt verður um varandi loyvi skulu vanligu krøvini fyri framleingjan verða uppfylt, t.v.s. at aktuelt arbeiðstilboð 1 ár fram skal vera skjalfest og setanarsáttmáli skal verða viðlagdur.

Gev gætur at sonevnd varandi loyvi eru ikki heilt treytaleys. Les tí meira um onnur krøv í sambandi við varandi uppihaldsloyvi í Føroyum her.

Umsókn um framleingjan

Styrelsen for International Rekruttering og Integration (stytt SIRI) tekur ímóti umsóknum um framleingjan av arbeiðsloyvum. Adressan er:

Styrelsen for International Rekruttering og Integration
Landbrug og Erhverv

Carl Jacobsens Vej 39
DK-2500 Valby
Danmark
Tel.: +45 72142003

Skriva til SIRI:
Vel teigin viðvíkjandi Føroyum á www.nyidanmark.dk/da/Kontakt-os/Kontakt-SIRI/Kontaktformular​.

Løgreglan í Føroyum kann eisini taka ímóti framleingingarumsóknum.

Politistøðin
Yviri við Strond 17
Postboks 3018
110 Tórshavn
Tel.: 35 14 48