Fyrstu ferð søkt verður

Umsókn um arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá umsøkjarum sum søkja fyrstu ferð

Umsøkjarar sum søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi fyrstu ferð, skulu søkja úr heimlandinum ella úr tí landinum, har umsøkjarin seinastu 3 mðr. hevur havt fast uppihald.

Umsóknin (umsóknarskjal FO1, english version FO1) skal latast inn á donsku sendistovuni / konsulátið í heimlandinum ella sendast til Styrelsen for International Rekruttering og Integration. Hesar upplýsingar skulu leggjast við umsóknini:

1) Arbeiðstilboð frá arbeiðsgevara (min. 40 tímar um vikuna), sum er staðfest í undirskrivaðari setanaravtalu millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara. Avtalan skal eisini staðfesta onnur setanarviðurskifti, sí Løgtingslóg nr. 20 frá 08.05 2008.
2) avrit av passi hjá umsøkjara, og
3) avrit av autorisatión (um starvið krevur autorisatión).

Um umsøkjarin er staddur í Føroyum, tá ið søkt verður, er bert í serligum førum møguligt at lata inn umsóknina á løgreglustøðunum í Føroyum. Løgreglan sendir so umsóknina víðari til Styrelsen for International Rekruttering og Integration, sum síðani tekur støðu til um umsóknin skal avvísast ella viðgerast.

Fulltrú

Tað kann vera ein fyrimunur at arbeiðsgevari og umsøkjari útfylla fulltrú, so arbeiðsgevari kann móttaka upplýsingar undir viðgerðini av einum máli - sí leinkju til skjal á www.nyidanmark.dk: fulltrú

Innlating av umsókn

Styrelsen for International Rekruttering og Integration (stytt SIRI) veitir vegleiðing og tekur ímoti umsóknum um arbeiðsloyvir. Adressan er:

Styrelsen for International Rekruttering og Integration

Landbrug og Erhverv

Carl Jacobsens Vej 39
DK-2500 Valby
Danmark
Tel.: +45 72142003

Skriva til SIRI: 
Vel teigin viðvíkjandi Føroyum á www.nyidanmark.dk/da/Kontakt-os/Kontakt-SIRI/Kontaktformular​

Løgreglan í Føroyum kann eisini veita vegleiðing um innlating av umsóknum, og í ávísum førum kunnu politistøðirnar taka ímóti umsóknum.

Politistøðin
Yviri við Strond 17
Postboks 3018
110 Tórshavn
Tel.: 35 14 48