Í samband við søguliga lága arbeiðsloysið í Føroyum gjørdu landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum og danski ráðharrin í útlendinga- og integratiónsmálum tann 4. november 2021 avtalu um eina Fast Track-skipan fyri útlendska arbeiðsmegi. Skipanin styttir viðgerðartíðina og gevur øllum vinnugeirum í Føroyum lættari atgongd at fáa arbeiðsmegi úr triðjalondum, t.e. úr londum uttan fyri ES og Norðanlondum. Skipanin kom í gildi tann 18. november 2021 og er í gildi, so leingi arbeiðsloysið er undir 3,5%.

Oyðublað: FO/FT

Innlating av umsókn

Útlendingastovan avgreiðir umsóknir um góðkenning eftir Fast Track-avtaluni.

Umsókn skal latast inn umvegis: info@utlendingastovan.fo. Við vanligum posti ella við persónliga innlating:

Skálatrøð 20, Postrúm 264, 110 Tórshavn.