Góðkenning kann takast aftur

Eftirlit við skipanini verða framd bæði við framleingjan, við eftirlitsvitjan og við árligum stakroyndum. Koma upplýsingar myndugleikunum í hendi um, at treytirnar til góðkenning eftir Fast Track-skipanini ikki verða virdar, kann hetta føra til, at ein góðkenning til Fast Track verður tikin aftur ella ikki kann framleingjast, umframt at góðkenning ikki kann latast í 1 ár.

Tað er Útlendingastovan, ið tekur avgerð um at taka góðkenning aftur ella at nokta framleingjan, umframt at góðkenning ikki kann latast í 1 ár.

Um góðkenning hjá arbeiðsgevara til Fast Track verður tikin aftur, verður ikki longur møguligt at viðgera umsóknir hjá starvsfólkunum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir Fast Track-skipanini. Arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá starvsfólkunum vera framvegis galdandi til loyvini ganga út. Danski myndugleikin, SIRI, kann tó taka arbeiðs- og uppihaldsloyvi aftur eftir vanligu reglunum. Um arbeiðsgevarin ikki longur er góðkendur til Fast Track, verða umsóknir frá starvsfólkunum viðgjørdar eftir vanligu reglunum í útlendingalógini.