Soleiðis virkar FAST TRACK

Fyri at ein útlendingur kann søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir avtaluni um Fast Track skal talan vera um arbeiðsgevara, ið er góðkendur til Fast-track. Harafturat skulu løn og setanartreytir vera vanligar eftir føroyskum viðurskiftum og aðrar vanligar treytir skulu lúkast, t.d. kravið um fulltíðarstarv. Eftir hesi avtalu vera mál ikki send í hoyring hjá Útlendingastovuni.

Tað er framvegis danski myndugleikin, Styrelsen for International Rekruttering og Integration (SIRI), ið tekur avgerð í málum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir hesi skipan. Hinvegin er tað Útlendingastovan, ið arbeiðsgevarar skulu senda umsókn til, um teir ynskja at verða góðkendir til Fast Track. Ein slík góðkenning er galdandi í 1 ár frá tí at avgerð er tikin. Málsviðgerðartíðin til eina umsókn um góðkenning til Fast Track verður upp til 10 dagar, um allar neyðugar upplýsingar fyriliggja.

Umsóknir frá útlendingum kunnu eftir hesi avtalu latast inn í Føroyum hjá løgregluni, um umsøkjari hevur lógligt uppihald, t.e. eisini um viðkomandi er her á ferðavisum. Málsviðgerðartíðin er upp til 30 dagar frá tí at umsóknin er latin inn (sí meira á heimasíðuni hjá danska myndugleikanum her).

Útlendingur kann byrja at arbeiða, tá ið viðkomandi hevur fingið játtað arbeiðs- og uppihaldsloyvi frá SIRI. Sostatt ber ikki til at byrja at arbeiða fyrr enn arbeiðsloyvið er fingið til vega. Um arbeiðsgevarin ikki er góðkendur til Fast Track, verður umsóknin viðgjørd eftir vanligu reglunum í útlendingalógini fyri Føroyar (anordning nr. 182).

Skipanin er í gildi so leingi arbeiðsloysið er undir 3,5%.

Umsókn

Oyðublað: FO/FT

Innlating av umsókn

Útlendingastovan avgreiðir umsóknir um góðkenning eftir Fast Track-avtaluni.

Umsókn skal latast inn umvegis: info@utlendingastovan.fo. Við vanligum posti ella við persónliga innlating:

Skálatrøð 20, Postrúm 264, 110 Tórshavn.