Treytir til góðkenning av arbeiðsgevara (Fast Track)

Arbeiðsgevari skal brúka umsóknarblað FO/FT. Umsóknarblaðið kann bæði nýtast til at søkja um góðkenning til Fast Track fyrstu ferð og til framleingjan.

Fyri at fáa góðkenning, skal arbeiðsgevari vera:

  • skrásettur í Føroyum
  • fevndur av einum galdandi kollektivum sáttmála um lønar og setanartreytir (t.d. vera limur í einum arbeiðsgevarafelag)
  • skrásettur hjá TAKS sum ávísingarskyldugur eftir føroysku skáttalóggávuni

Afturat hesum skal arbeiðsgevarin brúka setanarprógv, ið lúka treytir í lóg um setanarprógv, brúka lønarseðlar, útgjalda løn umvegis føroyskum skattaskipanina á føroyska lønarkonto, og arbeiðsgevarin skal kunna síni starvsfólk um rættindi teirra sambært galdandi sáttmálum.

Harafturat kann ein arbeiðsgevari ikki fáa góðkenning, um hann er revsaður fyri brot á útlendingalógina, um hann er fevndur av eini lógligari arbeiðsósemju, ella um arbeiðsgevarin hevur útistandandi mál av týdningi hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum ella hjá Sjóvinnustýrinum, um arbeiðsstaðið er á sjónum.

Treytirnar fyri framleingjan eru tær somu, sum tá søkt verður fyrstu ferð.

Grundleggjandi treytir fyri arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir Fast Track-skipanini eru hesar:

  • Talan skal vera um fulltíðarstarv (vanliga 40 tímar um vikuna)
  • Lønar- og setanartreytirnar skulu vera vanligar eftir føroyskum viðurskiftum og í minsta lagi at meta sum ájavnar við galdandi sáttmálar á føroyska arbeiðsmarknaðinum
  • Setanarprógvið skal lúka treytirnar í løgtingslóg um setanarprógv

Í sambandi við eftirlit skal ein arbeiðsgevari kunna vísa á, at treytirnar verða virdar.