Treytir

Ein fortreyt fyri at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi sambært ítróttaavtaluni er, at eitt føroyskt ítróttafelag rindar løn til ítróttafólkið (altíð umframt frítíðarløn/frítíðarískoyti).

Ein skrivlig setanaravtala millum ítróttarfelagið og ítróttarfólkið krevst, tá ið søkt verður, sí Løgtingslóg nr. 20 frá 08.05.2008.

Sambært pkt. 4 í Ítróttaravtaluni frá 23. juni 2010 skulu lønarupphæddirnar regulerast 1. mai, so tær fylgja lønargongdini í sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag. Upphæddirnar verða dagførdar einaferð árliga.

Frá 1. mai 2026 eru tí fylgjandi upphæddir galdandi:

Minstakravið til inntøku frá ítróttafelagnum er: 14.958,24 kr./mðr. (altíð umframt frítíðarløn/frítíðarískoyti)

Mest loyvda inntøkan fyri hjávinnustarv er: 13.807,61 kr./mðr.

Dagførdu satsirnir eru galdandi fyri allar setanarsáttmálar, ið eru undirskrivaðir eftir at henda kunning er fráboðað á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni.

Fyri longu givin ítróttarloyvir, eru tær upphæddir framvegis galdandi, sum givna loyvið var grundað á.

Arbeiðs- og uppihaldsloyvi sambært ítróttaavtaluni verða givin fyri í mesta lagi 1 ár í senn.