Framleingjan

Umsókn um framleingjan av familjusameining millum hjún/makar umsóknarskjal FO/FA3 (english version FO/FA3), og umsókn um familjusameining fyri børn umsóknarskjal FO/FA4 (english version FO/FA4), kunnu latast inn á løgreglustøðunum í Føroyum ella sendast Udlændingestyrelsen.


Er søkt um framleingjan innan ásettu freistina, hevur fyrra loyvið gildi, til svar er komið uppá framleingingarumsóknina.


Ein meginregla fyri at fáa framlongt familjusameiningsloyvi er, at viðurskiftini, sum upprunaloyvið var grundað á, eru óbroytt.