Fyrstu ferð søkt verður

Umsókn um familjusameining millum hjún (umsóknarskjal FO/FA1, english version FO/FA1), og umsókn frá útlendskum børnum um familjusameining (umsóknarskjal FO/FA2, english version FO/FA2), kunnu latast inn á løgreglustøðunum í Føroyum ella til Udlændingestyrelsen.

Útlendingar sum søkja úr heimlandinum ella úr øðrum landi, har útlendingurin hevur havt fast uppihald í seinastu 3 mðr., kunnu søkja gjøgnum donsku sendistovuna / konsulátið í viðkomandi landi.

Ein útlendingur við loyvi til familjusameining kann búseta seg í Føroyum og arbeiða í landinum, uttan at søkja um arbeiðsloyvi og uttan at verða bundin at ávísum arbeiðsgevara.

Tað ber ikki til at fáa loyvi til familjusameining við stuttum skotbrái. Er umsøkjarin í Føroyum, tá hann søkir um loyvið, hevur hann ikki rætt til at arbeiða meðan umsóknin verður viðgjørd. Tann, ið viðkomandi skal familjusameinast við hevur skyldu til at uppihalda umsøkjaranum hesa tíðina.

Innlating av umsókn

Udlændingestyrelsen og løgreglan í Føroyum veita vegleiðing í sambandi við umsókn.

Umsókn um familjusameining verður latin inn til:

Udlændingestyrelsen
Farimagsvej 51A
4700 Næstved

Tel.: +45 35 30 88 88

Um umsøkjarin er staddur í Føroyum, tá ið søkt verður, so kann umsóknin latast inn til:

Politistøðin
Yviri við Strond 17
Postboks 3018
110 Tórshavn

Tel.: 35 14 48
Telefaks: 35 14 49