Hjún ella samlivandi

Aðrar treytir fyri familjusameining hjá hjúnafeløgum / samlivandi

Eru í lógligum hjúnabandi ella hava verið í føstum samlívi yvir eitt longri tíðarskeið (uml. 1 ½ - 2 ár).

Um serligar orsøkir eru at halda, at endamálið við hjúnabandinum ella samlívinum hevur verið at fáa uppihaldsloyvi (proforma), so ber ikki til at fáa uppihaldsloyvi.

Krav um uppihald (forsørgelse) hjá hjúnafeløgum:
Um tann sum søkt verður um familjusameining við, ikki er danskur ella norðurlendskur ríkisborgari, verður vanliga sett krav um at hesin skal uppihalda viðkomandi sum søkir um familjusameining.

Krav um uppihald (forsørgelse) hjá samlivandi:
Um tann sum søkt verður um familjusameining við, ikki er danskur ella norðurlendskur ríkisborgari ella flóttafólk, skal hesin átaka sær at uppihalda viðkomandi sum søkir um familjusameining, og skal sum høvuðsreglu eisini skjalprógva, at hann er førur fyri at uppihalda umsøkjaranum.   

Krøv til íbúðarviðurskifti:
Tann sum søkt verður um familjusameining við, skal sum høvuðsreglu prógva, at hann ræður yvir egnum bústaði, sum hevur eina hóskandi stødd.

Krav um tilknýti:
Um tann fastbúgvandi persónurin í Føroyum ikki hevur danskan ríkisborgararætt skal samlaða tilknýtið hjá hjúnafeløgunum / tey samlivandi til Føroyar í minsta lagi samsvara við teirra tilknýti til eitt annað land.