Uppihaldsloyvi

Uppihaldsloyvi í familjusameiningarmálum

Tíðaravmarkað uppihaldsloyvi:
Uppihaldsloyvi, sambært reglunum um familjusameining, verður givið við atliti at varandi uppihaldi, men verður tíðaravmarkað tey fyrstu árini. Uppihaldsloyvið verður vanliga givið fyri 1 ár í senn.

Tíðaróavmarkað uppihaldsloyvi:
Eftir umsókn kann tíðaróavmarkað (varandi) uppihaldsloyvi verða játtað til útlending, sum hevur uppihaldsloyvi, sambært reglunum um familjusameining, og sum lógliga hevur búð í Føroyum í meira enn tey síðstu 3 árini.

Grundarlagið fyri uppihaldsloyvinum skal framhaldandi vera tilstaðar, viðkomandi skal hava havt uppihaldsloyvi á sama grundarlagi í 3 ár, og tær treytir, ið eru í fyrsta uppihaldsloyvinum, skulu eisini framhaldandi vera tilstaðar. Harumframt skal viðkomandi ikki hava skuld til tað almenna yvir kr. 93.240,56 (pr. 2025), sum er fallin til gjaldingar.