Tulkatænasta - samskipan

Útlendingastovan kann hjálpa við at samskipa tulkatænastu.

Hóast tulkar eru í Føroyum, so kann tað henda at tulkur til eitt ávíst mál ikki er til staðar í landinum.

Tí er samstarv gjørt við danskan veitara av tulkatænastu umvegis telefon ella umvegis video yvir internetið. Flestu starvsfólk í Føroyum tosa og skilja danskt, og tí kann ein slíkur veitari vera til góða hjálp í ymiskum gerandisligum støðum – á barnagarði, til samrøður við flokslæraran, fund við myndugleika og líknandi.

Útlendingastovan kann hjálpa við at bíleggja tulking til borgarar ella almennan/kommunalan stovn og líknandi. So skjótt tað er greitt at brúk er fyri tulkatænastu, so viðmæla vit at mann ringir til okkara á tlf. 357979 fyri at koma víðari.

Í bóklingi okkara NÝKOMIN TIL FØROYA verður tulkatænasta viðgjørd í tveimum umførum saman við góðum ráðum – sí leinkjur her og her.

Danski veitarin av tulking er ein royndur veitari við fleiri tulkum, og yvir 100 ymisk tungumál verða tulkaði.