06.01.2016

Broyting viðvíkjandi innlating av arbeiðsloyvisumsóknum

FO1: Fyrstu ferð ein útlendingur søkir arbeiðsloyvi, grundað á setanarsáttmála, skal søkjast úr heimlandinum og svarið útflýggjast har. Verður umsóknin játtað, kann útlendingurin byrja at arbeiða frá fyrsta degi í Føroyum. Soleiðis er meginreglan.

Í nøkur ár hava donsku útlendingamyndugleikarnir og løgreglan í Føroyum loyvt útlendingum at søkja herfrá, t.d. meðan teir eru her í feriu, men henda mannagongd er nú steðgað og farið er aftur til lógásettu meginregluna.

Einasta undantak frá meginregluni er, tá ið søkt verður við FO1 eftir ítróttaravtaluni, ella tá ið ES-borgarar lata inn FO/AR8-fráboðan.

FO/FA1: Hjúnafelagar og makar hjá føroyingum/norðurlendingum, ið søkja familjusameining á fyrsta sinni, kunnu framvegis biðja løgregluna um loyvi at bíða her eftir svari uppá sína fyrstu umsókn, men í hesi sjálvvaldu støðu kunnu tey ikki arbeiða, fyrr enn loyvi er givið.