12.05.2025
Dagførdar upphæddir í Ítróttaravtaluni
Sambært pkt. 4 í Ítróttaravtaluni frá 23. juni 2010 skulu lønarupphæddirnar regulerast 1. mai, so tær fylgja lønargongdini í sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Frá 1. mai 2024 eru tí fylgjandi upphæddir galdandi:
Minstakravið til inntøku frá ítróttafelagnum er: 14.852,39 kr./mðr. (altíð umframt frítíðarløn/frítíðarískoyti)
Mest loyvda inntøkan fyri hjávinnustarv er: 13.460,67 kr./mðr.
Dagførdu satsirnir eru galdandi fyri allar setanarsáttmálar, ið eru undirskrivaðir eftir at henda kunning er fráboðað á heimasíðuni hjá Útlendingastovuni.
Fyri longu givin ítróttarloyvir, eru tær upphæddir framvegis galdandi, sum givna loyvið var grundað á.