15.06.2021

Kunning viðvíkjandi ummælum av arbeiðsloyvum

Útlendingamyndugleikarnir hava seinastu tíðina móttikið eitt økt tal av umsóknum um arbeiðsloyvi, har grundarlagið er ófaklært arbeiði, ið ikki krevur serliga útbúgving ella serligar førleikar.

Heimildin at geva uppihaldsloyvi, har grundarlagið er arbeiði, er § 9, stk. 2, nr. 3, í anordning nr. 182 frá 22. marts 2001 om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven, sum seinast broytt við anordning nr. 67 frá 28. januar 2020. Sambært ásetingini kann uppihaldsloyvi latast eftir umsókn frá útlendingi, um týðandi arbeiðsmarknaðaratlit ella vinnulig atlit tala fyri at ganga umsóknini á møti. Í fyrireikandi lógararbeiðinum til ásetingina í § 9, stk. 2, nr. 3, er hetta staðfest um ófaklært arbeiði, ið ikki krevur serligar førleikar:

Opholds- og arbejdstilladelse gives som anført kun til udlændinge med uddannelse eller færdigheder, som ikke kan skaffes her i landet, såfremt de pågældende skal udføre arbejde af ganske særegen karakter og kun, hvor helt afgørende produktionshensyn taler derfor (Bilag F, Delbetænkning nr. 882/1979, s. 167, 3.1.1.).

Í mun til metingina av, hvørt arbeiðið er sermerkt ella av serligum slag, so er ein nærri lýsing av hesum í Notat om praksis for Udlændingeservices høring af de regionale beskæftigelsesråd i forbindelse med behandling af ansøgninger om opholds- og arbejdstilladelse på baggrund af beskæftigelse, 25. november 2009, Ministeriet for Flygtninge, Indvandrere og Integration. Talan skal vera um, at:

  • umsøkjari hevur serliga útbúgving,
  • umsøkjari hevur serligar starvsroyndir, ella tá ið
  • heilt serlig framleiðsluatlit gera seg galdandi, umframt
  • onnur ítøkilig ella persónlig viðurskifti, til dømis serligar mentanarligar fortreytir hjá umsøkjara

Í málum um arbeiðsloyvi er tað sostatt ein fortreyt, at talan er um arbeiði, sum er sermerkt ella av serligum slag. Tað eru útlendingamyndugleikarnir, ið meta um, hvørt talan er um arbeiði av serligum slag. Tað er siðvenjan, at útlendingamyndugleikarnir senda Útlendingastovuni hendan spurningin til ummælis. Útlendingastovan metir eisini um, hvørt tøk arbeiðsmegi finst í landinum, sum er skikkað til at røkja starvið, um lønar- og setanartreytir eru vanligar eftir føroyskum viðurskiftum, umframt um uppihaldsloyvið kann viðmælast, ella um tað eru upplýsingar ella atlit, ið tala ímóti at ganga umsóknini á møti.

Metingin, um arbeiðið er av serligum slag, er individuel og ítøkilig í hvørjum einstakum máli. Metingin tekur støði í upplýsingunum um arbeiðsinnihaldið og um førleikar umsøkjarans, umframt um ávísu vinnuna. Tí er umráðandi, at umsøkjarin letur inn nøktandi upplýsingar og skjalprógv við umsóknini.

Í rúma tíð hava umsóknir um arbeiðsloyvi, har grundarlagið er ófaklært arbeiði, ið ikki krevur serliga útbúgving ella serligar førleikar, í høvuðsheitum snúð seg um arbeiði innan fiski-, flaka- og alivinnuna, har serlig framleiðsluatlit gera seg galdandi. Sum áður nevnt hava myndugleikarnir seinastu tíðina móttikið eitt økt tal av umsóknum um uppihaldsloyvi grundað á ófaklært arbeiði, ið ikki er innan tær áður nevndu vinnurnar. Hetta hevur uttan iva samband við tað søguliga lága arbeiðsloysið.

Útlendingastovan er komin fram á nøkur mál, har Útlendingastovan áður hevur svarað í ummælinum, at talan var um arbeiði av serligum slag, hóast talan var um arbeiði, ið ikki kravdi, og har umsøkjarin heldur ikki hevði, serligar førleikar ella fortreytir, og har talan ikki var um heilt serlig framleiðsluatlit. Í ávísum førum hevur talan verið um arbeiði, ið kravdi útbúgving ella serligar førleikar, men har umsøkjarin ikki hevði hesar.

Útlendingastovan metir tað tí vera tørvur á at boða frá, at tað frameftir fer at verða lagdur dentur á, at ummælini hjá Útlendingastovuni í sambandi við umsóknir um uppihaldsloyvir verða givin samsvarandi áðurnevnda lógargrundarlagnum.

Viðmerkjast skal at enda, at omanfyristandandi ikki hevur ávirkan á mál eftir serligu ES-skipanini, sum er galdandi í Føroyum.

Leinkja til danskan tekst.