
Nýggj útgáva: Hugnakvøld sum integratiónstiltak
Nýggj útgáva: Hugnakvøld sum integratiónstiltak
Hvussu kunnu smá og einføld tiltøk styrkja trivnað, tryggleika og felagsskap hjá nýkomnum tilflytarum?
Útlendingastovan hevur givið út heftið "Hugnakvøld sum integratiónstiltak – Royndir og íblástur frá hugnakvøldum fyri ukrainum."
Útgávan byggir á royndir frá hugnakvøldunum, sum Útlendingastovan skipaði fyri frá januar 2023 til heystið 2025 fyri ukrainsk flóttafólk í Føroyum. Endamálið var at skapa eitt lággáttartilboð, har børn, ung og vaksin kundu hittast í tryggum og hugnaligum kørmum, knýta sambond, fáa kunning og læra føroyska samfelagið betri at kenna.
Í heftinum verður greitt frá:
- hví hugnakvøldini vórðu sett á stovn,
- hvussu tey vórðu skipað,
- hvørji tiltøk og virksemi vóru á skránni,
- hvørjar royndir og lærdómar komu burturúr,
- og hvørji viðurskifti kunnu vera góð at hava í huga hjá øðrum, sum arbeiða við integratión og móttøku av nýkomnum tilflytarum.
Vónandi kann útgávan geva íblástur til onnur, sum arbeiða við integratión, trivnaði og felagsskapi – bæði í Føroyum og aðrastaðni.
Heftið kann takast niður her.
