21.09.2016

Nýggjur bóklingur til tilflytarar

Fríggjadagin 23. september kl. 16.00 verður nýggjur bóklingur "New to the Faroe Islands" lagdur fram á almennari móttøku í Østrøm, har Poul Michelsen, landsstýrismaður, tekur lut og har greitt verður frá verkætlanini.

Bóklingurin, sum nú er komin, er á enskum, men verður eisini tøkur á føroyskum um stutta tíð. "New to the Faroe Islands" kann longu nú takast niður sum pdf-fíla her.