13.01.2026
Starvslýsing - Integratiónssamskipari til Útlendingastovuna
Vilt tú arbeiða í einum óformellum og dynamiskum arbeiðsumhvørvi við góðum og hjálpsomum starvsfeløgum og fjølbroyttum og fakliga avbjóðandi arbeiðsuppgávum? So er tað kanska júst tíni umsókn, vit bíða eftir.
Útlendingastovan leitar eftir einum eldhugaðum integratiónssamskipara til integratiónsdeildina, sum skal vera við til at menna integratiónsøkið í Føroyum sambært nýggju integratiónslógini. Hetta er eitt spennandi starv, har tú fært møguleika at gera mun og skapa góðar karmar fyri tilflytarar í Føroyum.
Les meira um starvið her: Integratiónssamskipari til Útlendingastovuna
Freistin at søkja er 27. januar 2026.
