05.02.2018

www.nyidanmark.dk í nýggjum hami

Almenni, danski útlendingaportalurin http://www.nyidanmark.dk/ er dagførdur við nýggjum bygnaði og sniði (sí eisini tíðindaskriv). Valmøguleikarnir á nýggju heimasíðuni snúgva seg nú um støðuna hjá tí vitjandi ella umsøkjaranum. Hóast hesar broytingar, so ber til at leita fram yvirskipaðar upplýsingar umvegis leitifunktiónina ovast í høgra horni, umframt at ein orðalisti yvir heiti og hugtøk er at finna niðarlaga á síðuni.

Upplýsingarnar eru settar upp alt eftir, hvørt tú skal søkja um uppihaldsloyvi, um tú bíðar eftir avgerð, um tú hevur fingið eina avgerð, um tú skal leingja títt uppihaldsloyvi ella um umstøðurnar kring títt uppihaldsloyvi eru broyttar - og síðani hvat næst skal gerast.

Fyrst velur tú tað á valmyndini, ið svarar til tína støðu. Síðani skal ein minnast til at trýsta á "Vis flere" niðarlaga á valmyndini fyri at fáa upplýsingar fram um uppihaldsloyvi í Føroyum.