Umsóknarskjøl

Umsóknarskjøl til at søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum kunnu fáast til vega frá hesum myndugleikum:

Udlændingestyrelsen
Farimagsvej 51A
4700 Næstved
Danmark
Tel.: +45 3536 6600

Styrelsen for international rekruttering og integration (SIRI)
Carl Jacobsens Vej 39
DK-2500 Valby
Danmark
Tel.: +45 7214 2003


Sí nærri yvirlit yvir umsóknarskjøl her: Udlændingestyrelsen og SIRI - lat leinkjuna upp og finn yvirskriftina "Færøerne" niðarlaga á síðuni.

Flestu umsóknarbløð finnast eisini á enskum.


Føroya Landfúti
Yviri við Strond 17
Postboks 3018
FO-110 Tórshavn

Tel.: 35 14 48
Faks: 35 14 49
Teldupostadressa: politi@politi.fo

Útlendingar sum søkja úr heimlandinum ella úr øðrum landi, har útlendingurin hevur havt fast uppihald í seinastu 3 mðr., kunnu venda sær til donsku sendistovuna/konsulátið í viðkomandi landi.

Fyri at fáa nærri vegleiðing um útfylling av umsóknarskjølum v.m. ber til at venda sær til donsku sendistovuna/konsulátið, Udlændingestyrelsen ella til løgreglustøðirnar í Føroyum.