Um Útlendingastovuna
Útlendingastovan varð stovnað í juli 2008 og er skipað undir Løgmálaráðnum.
Høvuðsuppgávan hjá Útlendingastovuni er:
- at útvega upplýsingar úr Føroyum og ummæla umsóknir frá útlendingum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum
- at útvega upplýsingar úr Føroyum í sambandi við málsviðgerðir hjá donskum myndugleikum í málum um familjusameiningar
- at vegleiða um viðurskifti hjá útlendingum í Føroyum, serliga í umsóknar- og loyvishøpi
- at vísa útlendingum til rætta myndugleikan, tá ið teir spyrja um myndugleikaøki, sum ikki liggja hjá Útlendingastovuni
Avgerðir um at veita útlendingum arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum verða tiknar av Udlændingestyrelsen og av Styrelsen for International Rekruttering og Integration.
Integratión
Integratiónsmál er málsøki hjá Løgmálaráðnum. Í novembur 2015 var integratiónssamskipari settur í starv á Útlendingastovuni. Útlendingastovan samskipar og virkar fyri integratiónsátøkum, sum hava við undirvísing í føroyskum máli, arbeiðsmarknað og vælferðartænastur, umframt hetta, so samstarvar stovnurin við aðrar stovnar og myndugleikar kring landið.
Ráðgeving og samstarv við almennar stovnar, felagsskapir og onnur innan integratión
Samstarv og samskipan við kommunurnar
Fáa til vega tilfar og upplýsingar til nýkomin til Føroya
Síðan 1. januar 2014 hevur Útlendingastovan havt skrivstovu á Skálatrøð.
Adressa:
Útlendingastovan
Skálatrøð 20
Postrúm 264
FO-110 Tórshavn
Tel.: 357979
Teldupostur: info@utlendingastovan.fo
Opið er hesar tíðir:
Telefon- og avgreiðslutíðir:
mán. - frí. 10:00 - 12:00 og 13:00 - 14:00