Privatlívspolitikkur

Hesin privatlívspolitikkur snýr seg um, hvussu Útlendingastovan innheintar og viðger persónupplýsingar í sambandi við virksemið hjá Útlendingastovuni.

Vit viðgera tær upplýsingar, ið tú letur okkum, ella sum vit innheinta, í samsvari við galdandi reglur. Vit eru tilvitað um, at tínar upplýsingar skulu viðgerast við virðing fyri trúnaðinum á upplýsingunum og fyri tínum privatlívi.

Hvat eru persónupplýsingar?

Persónupplýsing er ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni. Hetta kann eitt nú vera for- og eftirnavn, privatbústaður, teldupostbústaður, kontonummar ella P-tal.

Útlendingastovan sum dátuábyrgdari

Útlendingastovan er dátuábyrgdari fyri tær persónupplýsingar, vit fáa frá tær ella um teg í sambandi við eitt mál ella eina áheitan.

Útlendingastovan viðger tær persónupplýsingar, sum tú letur okkum, ella sum vit fáa frá øðrum myndugleikum, fyritøkum ella borgarum. Útlendingastovan kann eisini sjálvt innheinta upplýsingar um teg frá øðrum myndugleikum, fyritøkum ella borgarum, tá ið tað er neyðugt fyri at røkja uppgávurnar hjá Útlendingastovuni.

Grundarlagið hjá Útlendingastovuni at viðgera persónupplýsingar

Høvuðsuppgávan hjá Útlendingastovuni er at:

  • at útvega upplýsingar úr Føroyum og ummæla umsóknir frá útlendingum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum
  • at útvega upplýsingar úr Føroyum í sambandi við málsviðgerðir hjá donskum myndugleikum í málum um familjusameiningar
  • at vegleiða um viðurskifti hjá útlendingum í Føroyum, serliga í umsóknar- og loyvishøpi
  • at vísa útlendingum til rætta myndugleikan, tá ið teir spyrja um myndugleikaøki, sum ikki liggja hjá Útlendingastovuni

Meginparturin av viðgerðini hjá Útlendingastovuni av persónupplýsingum verður framd sum liður í almennari myndugleikaútinnan.

Grundarlagið hjá okkum at viðgera vanligar persónupplýsingar er í høvuðsheitum sambært § 8, stk. 1, nr. 3 og/ella 5 í dátuverndarlógini. P-talið verður viðgjørt sambært § 16, stk. 1 í dátuverndarlógini.

Grundarlagið hjá okkum at viðgera viðkvæmar persónsupplýsingar er í høvuðsheitum sambært § 12, stk. 1, nr. 1-2 í dátuverndarlógini.

Útlendingastovan hevur eisini ein farsporpolitikk (cookiepolitikk), ið greiður frá, hvussu vit viðgera farspor á okkara heimasíðu. Tú kanst lesa meira um farsporpolitikkin á https://www.utlendingastovan.fo/fo/um-okkum/farspor.

Hvør hevur atgongd til tínar upplýsingar?

Starvsfólk á Útlendingastovuni hava atgongd til tínar persónupplýsingar í tann mun, tað er neyðugt fyri viðgerðina av tínum máli/áheitan ella okkara uppgávu sum almennur myndugleiki.

Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?

Upplýsingar um teg verða goymdar so leingi, vit meta, at tað er neyðugt til tess at kunna halda okkara skyldu sum almennur myndugleiki og til tess at halda galdandi lóggávu, undir hesum løgtingslóg um skjalasøvn.

Starvsumsóknir verða burturbeindar eitt ár aftaná, at Útlendingastovan hevur tikið avgerð í málinum.

 

Nær geva vit tínar upplýsingar víðari?

Vit víðarigeva bara upplýsingar, tá ið tað er neyðugt fyri at kunna útinna okkara uppgávu. Upplýsingar kunnu eisini verða víðarigivnar, um tað er neyðugt til tess, at aðrir almennir myndugleikar kunnu útinna teirra uppgávur og sambært reglunum um innlit í fyrisitingarlógini og innlitslógini.

Hvørji rættindi hevur tú?

Dátuverndarlógin gevur tær hesi rættindi:

  • Rætt til kunning (§§ 23-25)
  • Innlitsrætt (§ 26)
  • Rætt til rætting (§ 27)
  • Rætt til striking (§ 28)
  • Rætt til viðgerðaravmarking (§ 29)
  • Fráboðanarskyldu í samband við rætting ella striking av persónupplýsingum ella avmarking av viðgerð (§ 30)
  • Rætt til dátuflutning (§ 31)
  • Rætt til mótmæli (§§ 32-34)
  • Rætt til ikki at vera fyri avgerð, sum einans er grundað á automatiska viðgerð, undir hesum profilering (§ 35)

Tú kanst lesa meira um tíni rættindi á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo.

Kann eg klaga?

Tú kanst klaga til Dátueftirlitið um viðgerðina hjá Útlendingastovuni av tínum upplýsingum, um tú metir, at viðgerðin ikki er í samsvari við dátuverndarlógina.

Dátuverndarfólk

Vinnustovnurin hevur eitt dátuverndarfólk, ið eisini er dátuverndarfólk á Útlendingastovuni. Dátuverndarfólkið kann upplýsa teg meira um reglurnar um dátuvernd. Dátuverndarfólkið kann eisini vegleiða teg um tíni rættindi í mun til viðgerð av persónupplýsingum hjá Útlendingastovuni.

Tú kanst venda tær til dátuverndarfólkið á teldupostadressu dpo@vs.fo ella á telefon +298 356020.

Privatlívspolitikkurin hjá Útlendingastovuni er seinast dagførdur 18.  januar 2021.