Hagtøl fyri 2018 – uppihaldsloyvi til Føroya givin av donsku útlendingamyndugleikunum

  

Samlaða talið av málum á føroyska útlendingaøkinum í 2018 er 1122.

 

Fyrivarni

Tølini vísa uppihaldsloyvi og fyrivarni skulu takast, tí tølini vísa avgerðir um uppihaldsloyvi og ikki endiliga tilflyting/búseting í Føroyum. Her hyggja vit serliga eftir upprunaloyvum, tað er uppihaldsloyvi givið fyrstu ferð til ein einstakling (sí "førstegang"). Á arbeiðsøkinum kann tó eitt upprunaloyvi vera givið einum og sama persóni meiri enn einaferð yvir eitt longri tíðarskeið (við t.d. starvsskifti).

Við hesum tølum loyva vit okkum at gera eina meting av hvussu tilflytingin til Føroya sær út í undanfarna ári. Tølini yvir uppihaldsloyvi geva, sum sagt, ikki eina lýsing av hvussu nógv fara av landinum, ei heldur hvussu samlaða talið av útlendingum er í Føroyum í løtuni. Sambært hagtølum hjá Landsfólkayvirlitinum var talið av útlendingum við øðrum tjóðskapi enn norðurlendskum 1488.

 

Yvirskipað

Tilflytingin til Føroya í 2018 av persónum við øðrum tjóðskapi enn norðurlendskum er eins og undanfarna árið 2017 var merkt av:

1) arbeiðstakarum serliga, t.e. uppihaldsloyvi grundað á arbeiði og sáttmála, oftast er talan um fyribils uppihald í landinum, og

2) familjusameiningum, børn og hjúnafelagar/samlív, har ið endamálið kann roknast við at vera at taka búgv í Føroyum í longri tíð.

Um hugt verður eftir tjóðskapinum hjá útlendingum í Føroyum, so er talan um ríkisborgarar úr londum í Evropa fyri størsta partin, og ábendingar eru um, at hetta er arbeiðsmegi (sí talvu i). Verður tað hugt eftir teimum, sum søkja um varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, so eru asiatisk lond best umboðaði, (sí talvu ii).

Vit skulu eisini peika á hesi serligu viðurskifti, sum kunnu hava serligan almennan áhuga:

  • Leggjast skal til merkis, at ein framhaldandi vøkstur er í upprunaloyvum eftir ES-skipanini, í 2018 eru 424 (í 2017; 240). (Sí talva i og “Anmeldelse efter EU-ordningen”/”Førstegang”)
  • Somuleiðis skal mann leggja til merkis, at uppihaldsloyvi til børn í 2018 er 31 (í 2017; 32). (Sí talva i og “Børn”/”Førstegang”)

 

 

 

 i –Mál, størstu bólkarnir 2018 (tøl frá danska Udlændingestyrelsen)

Anmeldelse efter EU-ordningen

Børn

Ægtefæller mv.

Opholdstilladelse efter anordningen (ej sportsaftalen)

Førstegang

424

31

54

75

Erhverv

424

75

Familiesammenføring

11

39

Medfølgende familie - Erhverv

20

15

Studie

Forlængelse

171

55

103

45

Au pair

Erhverv

171

45

Familiesammenføring

19

83

Medfølgende familie - Erhverv

36

20

Studie

Øvrige Færøerne

Tidsubegrænset

3

45

4

Erhverv

4

Familiesammenføring

3

37

Medfølgende familie - Erhverv

8

Forlængelse pba. TUB-ansøgning

5

11

7

Erhverv

7

Familiesammenføring

1

Medfølgende familie - Erhverv

5

10

I alt

595

94

213

131

 

ii – Upprunaloyvi (fyrstu ferð), eftir tjóðskapi – 2018

Samlað

648

1

Rumenia

195

2

Pólland

112

3

Bulgaria

79

4

Litava

34

5

Lettland

28

6

Filipsoyggjar

27

7

Serbia

25

8

Ungarn

18

9

Spania

11

10

Stórabretland

10

 

 

ii - Varandi loyvi, eftir tjóðskapi – 2018

 

Samlað

55

1

Filipsoyggjar

20

2

Rumenia

4

3

Teiland

3

4

Makedonia

3

5

India

2

 

 

 

iii – Eftir tjóðskapi, øll mál í 2018 (upprunaloyvi, leingjan og varandi loyvi)

 

Samlað

1122

1

Rumenia

314

2

Pólland

176

3

Bulgaria

93

4

Filipsoyggjar

86

5

Serbia

52

6

Litava

42

7

Ungarn

35

8

Letland

31

9

Teiland

30

10

Stórabretland

24