Integratión í Føroyum

Við ársbyrjan í 2021 vóru tað 2102 persónar búsitandi í Føroyum, ið komu úr londum uttanfyri Norðanlond. Hesi umboða heili 107 ymiskar tjóðir og eru av samlaða fólkatalinum í Føroyum 3,97 %. Filippsoyggjar, Rumenia, Pólland, Teiland, Litava, og Serbia eru tey seks londini, ið eru best umboðaði í Føroyum.

Tilflytarar, ið flyta til landið, festa fyri tað mesta búgv í longri tíð. Sum nýkomin til landið hevur mann møguleika at læra føroyskt í kvøldskúlanum.

Tað eru í løtuni nøkur afturvendandi integratónstiltøk, ið eru á skránni gjøgnum árið. Sambinding/Intertwining er úrslit av samstarvi millum Reyða Kross og einstøk bókasøvn, hetta er eitt tiltak har tilflytarar og onnur í økinum kunnu hittast. Tórshavnar kommuna skipar fyri Diversity, ið fagnar ymiskum mentanunum í býnum. Og í Klaksvíkar kommunu verður skipað fyri einum tiltaki við einum líknandi endamáli, við heitinum International Day.

Undir hesum teiginum finst tilfar, ið er viðkomandi fyri integratiónsøkið:

  • Bóklingurin Nýkomin til Føroya: Hentar upplýsingar frá myndugleikum og stovnum gevur lesaranum upplýsingar um samfelagið, tænastur og líknandi.
  • Ymiskt tilfar tengt at integratiónsarbeiðinum í Føroyum.
  • Stutt um tulkatænastu í Føroyum.