17.11.2021

Arbeiðsgevarar kunnu nú søkja um góðkenning til Fast Track

18. november 2021 kom avtala millum landsstýrismannin í Umhvørvis- og vinnumálum og ráðharran í Útlendinga- og integratiónsmálum um Fast Track-skipan í gildi (les meira um hetta her).

Nú kunnu arbeiðsgevarar søkja um góðkenning sambært hesi avtalu, sum ger tað lættari hjá arbeiðsgevarum at fáa atgongd til útlendska arbeiðsmegi uttanfyri ES.

Góðkenning til Fast Track

Tað er Útlendingastovan, ið góðkennir fyritøkur til skipanina. Arbeiðsgevarar skulu brúka oyðublað í hesum sambandi, sí oyðublaðið FO/FT.

Ein arbeiðsgevari skal altíð hava eina galdandi góðkenning, um fyritøkan ynskir at gagnnýta Fast Track-skipanina. (Ein góðkenning er galdandi í 1 ár. Arbeiðsgevari skal søkja um framleingjan áðrenn góðkenningin gongur út, um arbeiðsgevari ynskir at brúka góðkenningina longri enn 1 ár.)

Tá arbeiðsgevarin er vorðin góðkendur til Fast Track, kann útlendski arbeiðstakarin søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir avtaluni um Fast Track. Gevið gætur, at útlendski arbeiðstakarin skal hava fingið játtað arbeiðsloyvi frá Styrelsen for International Rekruttering og Integration (SIRI), áðrenn viðkomandi byrjar at arbeiða.

Ein undangóðkenning til ES-skipanina er ikki galdandi til Fast Track.

Góðkenning kann takast aftur

Um treytirnar til góðkenning eftir Fast Track ikki verða virdar, kann ein arbeiðsgevari missa rættin til at seta arbeiðsmegi eftir Fast Track-skipanini. Útlendingastovan tekur avgerð um at taka góðkenning aftur ella at nokta framleingjan, umframt at góðkenning ikki kann latast í 1 ár.

​​