05.03.2020

Integration.fo – nýggj heimasíða

Nýggj heimasíða, www.integration.fo, er almannakunngjørd. Sum navnið vísir til, er endamálið við heimasíðuni at virka fyri at samskipa og kunna um integratión í Føroyum – átøk, royndir og vitan.

Ein møguleiki hjá fakfólkum ella stovnum, ið gera arbeiði innan økið, er at deila vitan og skráseta eina verkætlan soleiðis at onnur kunnu fáa at vita um úrslit og royndir.

Heimasíðan inniheldur eisini kunning á enskum til nýkomin og um hvussu ein fær fatur á tulkatænastu.

Heimasíðan var løgd fram á almennari móttøku í januar 2020 har landsstýrismaðurin á økinum Helgi Abrahamsen luttók. Sí heimasíðuna www.integration.fo.