26.10.2022

Valrættur og valbæri

Løgtingsval og fólkatingsval:
Fyri at hava valrætt og valbæri til løgtings- og fólkatingsval í Føroyum er neyðugt, at útlendingurin hevur skift til danskan ríkisborgararætt, er fyltur 18 ár, og stendur á vallista í kommununi, har teir eru skrásettir at búgva. Øll á vallista fáa valkort sendandi frá kommununi. Fært tú einki valkort, eigur tú at venda tær til kommununa um tíni viðurskifti.


Kommunuval:
Valrætt og valbæri til kommunuval í Føroyum hava teir útlendingar, sum  seinastu 3 árini undan valinum hava havt fastan bústað í Føroyum og eru fyltir 18 ár. Øll, ið eru komin á vallista, fáa valkort sendandi frá kommununi, har tey búgva. Fært tú einki valkort, eigur tú at venda tær til kommununa um tíni viðurskifti.