13.05.2024

Verkfall

Nú arbeiðarafeløg hava lýst verkfall frá á midnátt kann Útlendingastovan vegleiða um, at útlendingar fevndir av lógligum verkfalli ella verkbanni ikki missa sítt arbeiðs- og uppihaldsloyvi av hesi orsøk. Tað er tó ein treyt, at útlendingurin tekur upp arbeiðið aftur, tá arbeiðsstríðið er av. Hóast ein útlendingur er fevndur av lógligum verkfalli ella verkbanni, er tað týdningarmikið at minnast til at søkja um at leingja arbeiðs- og uppihaldsloyvið rættstundis, t.e. áðrenn núverandi loyvið gongur út.

Um útlendingurin vegna verkfall ella verkbann hevur arbeitt minni enn svarandi til fulla arbeiðstíð (40 tímar) í miðal, verður hædd tikið fyri hesum tíðarskeiði, tá útlendingamyndugleikarnir meta um, hvørt arbeiðs- og uppihaldsloyvið kann leingjast.

Labour Conflict

A part of the Faroese labour market has given notice of a potential labour conflict starting at midnight. If you have been granted a residence and work permit based on work, the Faroese Immigration Office can inform you, that your permit will not be revoked, if you are affected by a strike or lock-out as a consequence of a legal labour conflict during the validity period of your permit. It is, however, a condition that you are re-instated in your position, once the legal conflict is over. Even if you are affected by a strike or lock-out, you must submit an application for an extension before your current permit expires.

If you have been working less than 40 hours on average because of a legal strike or lock-out, the immigration authorities will take these circumstances into account, when assessing your application for an extension of your permit.