Hagtøl fyri 2017 – uppihaldsloyvi til Føroya givin av donsku útlendingamyndugleikunum

 

Samlaða talið av avgerðum um at geva uppihaldsloyvi á føroyska útlendingaøkinum í 2017 er 846 (øll mál, upprunaloyvi, leingjan og varandi uppihaldsloyvi). Hetta talið er nakað yvir miðal, um hugt verður eftir seinastu 10-15 árunum.

Fyrivarni

Tølini vísa uppihaldsloyvi og fyrivarni skulu takast, tí tølini vísa avgerðir um uppihaldsloyvi, og ikki tilflyting/búseting í Føroyum. Her hyggja vit serliga eftir upprunaloyvum, tað er uppihaldsloyvi givið fyrstu ferð til ein einstakling ("førstegang"). Á arbeiðsøkinum kann tó eitt upprunaloyvi vera givið einum og sama persóni meiri enn einaferð yvir eitt longri tíðarskeið (við t.d. starvsskifti).

Við hesum tølum loyva vit okkum at gera ein meting av, hvussu tilflytingin til Føroya sær út í undanfarna ári. Tølini yvir uppihaldsloyvi geva, sum áðurnevnt, ikki eina lýsing av hvussu nógv fara av landinum, og ei heldur, hvussu samlaða talið av útlendingum er í Føroyum í løtuni. Sambært hagtølum hjá Landsfólkayvirlitið var talið av útlendingum við øðrum tjóðskapi enn norðurlendskum við ársenda 2017, 1269.

Yvirskipað

Tilflytingin til Føroya í 2017 av persónum við øðrum tjóðskapi enn norðurlendskum er merkt av:

1) arbeiðstakarum serliga, t.e. uppihaldsloyvi grundað á arbeiði og sáttmála, oftast er talan um fyribils uppihald í landinum, og

2) familjusameiningum, børn og hjúnafelagar/samlív, har endamálið kann roknast við at vera at taka búgv í Føroyum yvir longri tíð.

Um hugt verður eftir tjóðskapinum hjá útlendingum í Føroyum, so er talan um ríkisborgarar úr londum í Evropa fyri størsta partin, og ábendingar eru um at hetta er arbeiðskraft (sí talvu i). Verður tað hugt eftir teimum, sum søkja um varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, so eru asiatisk lond best umboðaði, (sí talvu ii).

Vit skulu eisini peika á hesi serligu viðurskifti, sum kunnu hava serligan almennan áhuga:

  • Leggjast skal til merkis, at ein framhaldandi vøkstur er í upprunaloyvum eftir ES-skipanini, í 2017 eru 240 (í 2016; 125). (Sí talva i og “Anmeldelse efter EU-ordningen”/”Førstegang”)

  • Somuleiðis skal mann leggja til merkis, at uppihaldsloyvi til børn í 2017 er 32 (í 2016; 30). Hetta merkir, at yvir tvey ár hava 62 børn fingið uppihaldsloyvi í Føroyum (15 av hesum er á arbeiðsøkinum). (Sí talva i og “Børn”/”Førstegang”)

 

 i – Mál, størstu bólkarnir 2017 (tøl frá danska Udlændingestyrelsen)

Anmeldelse efter EU-ordningenBørnÆgtefæller mv.Opholdstilladelse efter anordningen (ej sportsaftalen)
Førstegang240326155
Erhverv24055
Familiesammenføring1745
Medfølgende familie - Erhverv1516
Forlængelse995312627
Erhverv9927
Familiesammenføring27110
Medfølgende familie - Erhverv2616
Tidsubegrænset, mv. 126715
Erhverv15
Familiesammenføring657
Medfølgende familie - Erhverv, studie610
I alt3399725497

 

 

 

ii – Upprunaloyvi (fyrstu ferð), eftir tjóðskapi – 2017

 

Samlað

426

1

Rumenia

126

2

Pólland

41

3

Litava

21

4

Bulgaria

20

5

Filipsoyggjar

18

6

Lettland

13

7

Serbia

11

8

Grikkaland

10

9

Ungarn

9

10

Kroatia

9

11

Týskland

9

12

Brasilia

8

13

Estland

8

14

Montenegro

8

15

Portugal

7

16

Niðurlond

6

17

Stórabretland

6

18

Teiland

6

19

Tunesia

6

20

Georgia

5

 

 

ii - Varandi loyvi, eftir tjóðskapi – 2017

 

 

Samlað

71

1

Filipsoyggjar

17

2

Teiland

9

3

Serbia

5

4

Stórabretland

5

5

Brasilia

3

Kenja

3

USA

3

Móritius

3

 

 

iii – Eftir tjóðskapi, øll mál í 2017 (upprunaloyvi, leingjan og varandi loyvi)

 

Samlað

846

1

Rumenia

222

2

Filipsoyggjar

93

3

Pólland

70

4

Teiland

38

5

Serbia

36

6

Bulgaria

31

7

Litava

28

8

Stórabretland

20

9

Ungarn

17

10

Brasilia

15